Innanlands

Kaj Leo: Neyðtøkutilbúgvingin væntandi klár fyrst í komandi árinum

Ein bólkur er settur at gera eitt tilmæli, og tað tilmælið verður væntandi handað landsstýrismanninum í heilsumálum um hálvan desember, og um einki óvæntað hendir, skuldi tilbúgvingin verið klár fyrst í 2021

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-02 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um einki óvæntað hendir, skuldu vit havt eina neyðtøkutilbúgving fyrst í komandi árinum.

Tað segði Kaj Leo Holm, Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til munnligan fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Tá umrøða av munnligum fyrispurningum var á skránni mikudag fyrrapart, spurdi hon, hvussu gongst við ætlanini at fyrireika hesa tilbúgvingina, og nær hon kundi væntast at verða klár.

Hon fylgdi upp uppá skrivligan fyrispurning hjá Sirið Stenberg, sum varð settur fyrr í ár.

– Tað hevur stóran týdning fyri neyðtøkuoffur, at tey hava onkrastaðni at venda sær. Við eini neyðtøkutilbúgving fær mann savnað serkunnleikan og neyðug fakfólk og -bólkar, so at offrið kann fáa neyðugu hjálpina á sama stað, heldur enn at skula runt millum fleiri stovnar og myndugleikar. Á eini neyðtøkutilbúgving høvdu tey fingið neyðuga hjálp og viðgerð, uttan at noyðast at melda tilburðin áðrenn. Hetta hevði kunnað hjálpt teimum at fóta sær aftur aftaná eitt so ógvusligt brotsverk, vísti tingkvinnan á.

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at hann var skjótur at seta seg inn í málið, tá hann tók við sum landsstyrismaður, og tá varð víst á, at har manglaðu gynækologar. Tó segði hann í dag, at hesin trupulleikin er loystur, og hevur hann tí sett ein bólk at gera eitt tilmæli, so arbeiðið at gera eina neyðtøkutilbúgvingin kann setast í verk. Eisini hevur hann verið á fundi við Amnesty um málið, segði hann.

Kaj Leo Holm Johannesen fær væntandi eitt tilmæli um hálvan desember, og væntar hann, at ein neyðtøkutilbúgving skuldi verið klár fyrst í komandi ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder