
Á tíðindafundi í morgun boðaði danska stjórnin frá, at danir yvir 50 ár fáa tilboð um eina fjórðu koppseting fyri koronu í heyst.
Orsøkin er, at eitt nýtt frábrigdi av koronu spjaðir seg í samfelagnum, sum verður mett at vera meira smittandi enn onnur frábrigdi, vit higartil hava sæð.
Les eisini: Danir yvir 50 ár fáa nýtt tilboð um koppseting í heyst
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at vit í Føroyum helst fara at fylgja donsku tilmælunum og fara at bjóða eitt prik afturat eisini.
– Tað er alt, sum bendir á tað, sigur hann við Útvarpið, og leggur afturat, at føroyingar hava fylgt heilsumyndugleikunum niðri, tá tað kemur til koppseting.
– Men tað er nakað, sum farsóttarnevndin og koppsetingarbólkurin geva okkum í politisku skipanini eitt tilmæli um, sigur hann.
Lars Fodgaard Møller, landslækni segði við Útvarpið í gjár, at nýggja frábrigdið eisini er staðfest í Føroyum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald