Innanlands

Kærleikskúlan avdúkað mikudagin

Kærleikskúlan 2022 verður avdúkað á Listasavn Føroya mikudagin 23. november klokkan 10

Kærleikskúlan frá 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kærleikskúlan frá 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-21 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru nú fjúrtan ár síðani, fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út, og mikudagin verður nýggjasta Kærleikskúlan avdúkað á Listasavni Føroya.

Kærleikskúlan 2022 verður bert seld í gávubúðum kring landið í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 23. november til og við 23. desember, og allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna, skrivar Dugni í tíðindaskrivi.

– Kærleikskúlan 2022 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.
Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

– Kærleikskúlan er ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av góðsku. Kærleikskúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.

Tað verður klokkan 10 mikudagin, at ársins Kærleikskúla verður avdúkað Hátíðarløtan verður eisini stroymd á Facebooksíðuni hjá Dugna.

[object Object]
Kærleikskúlur frá undanfarnu árunum (Mynd: Dugni)

Skráin fyri tiltakið

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin

Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavninum flytur fram røðu

Kærleikskúlan 2022 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið

Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2022 til eina virðiliga fyrimynd

Tónleik innslag við Kristian Blak

Ábit og drekkamuður

Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2022 til hátíðarløtuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder