Uttanlands

Juan Carlos helst farin til Karibia

Spanskt blað veit at siga, at fyrrverandi kongurin vitjar kenningar í Dominikanska Lýveldinum

Juan Carlos avmyndaður í fjør (Savnsmynd: EPA)

Juan Carlos avmyndaður í fjør (Savnsmynd: EPA)

2020-08-04 11:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, er farin til Dominikanska Lýveldið í Karibia. Tað veit spanska blaðið, La Vanguardia, at siga.

Spanska blaðið nevnir ongar keldur fyri tíðindini. Men eisini amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC, ber í dag tíðindini um at Juan Carlos er í Dominikanska Lýveldinum. Aðrir spanskir miðlar hava annars nevnt í dag, at gamli kongurin skal vera farin til Portugals.

Sambært La Vanguardia fór 82 ára gamli spanski fyrrverandi kongurin fyrst í bili til Portugals, haðani hann fór við flogfari til Karibia. Sum skilst skal Juan Carlos vitja eina ríka familju í Dominikanska Lýveldinum í nakrar vikur. Her fer hann so at taka støðu til, hvar hann ætlar sær at vera í útlegd.

Tað var í gjárkvøldið, at tað gjørdist alment, at Juan Carlos, sum í 2014 lat kongsvaldið víðari til son sín Felipe, var rýmdur úr landinum.

Les eisini: Juan Carlos rýmdur úr Spania 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder