Uttanlands

Jon Stewart skal framføra í Danmark

Heimskendi talkshow-verturin skal gera standup í Danmark

Barack Obama (t.v.) og Jon Stewart (t.h.) (Mynd: EPA)

Barack Obama (t.v.) og Jon Stewart (t.h.) (Mynd: EPA)

2018-08-27 17:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi talkshow-verturin og komikarin Jon Stewart skal framføra í Royal Arena í Darnmark tann 13. oktober.

Jon Stewart fer saman við Dave Chapelle at undirhalda í Keypmannahavn, tá teir báðir hava eitt felags standup-show.

Jon Stewart gavst sum talkshow-vertur í The Daily Show, har hann var partur í 16 ár, skrivar DR. Áðrenn hansara tíð sum vertur var hann partur av stand-up umhvørvinum í New York. Hetta var í 1980’unum. Nú skal 55 ára gamli Stewart so aftur á stand-up pallin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder