Innanlands

Jón Sigurdsson nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

Hann avloysir Boga Jacobsen, sum á aðalfundinum 23. juni ikki tók við afturvali til nevndina – Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2022-07-02 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á aðalfundi 23. juni varð nýggj nevnd vald í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og á nevndarfundi fríggjamorgunin skipaði nevndin seg.

Tað er sostatt greitt, at Jón Sigurdsson er vorðin nýggjur nevndarformaður, meðan Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður, skrivar Vinnuhúsið.

Jón Sigurdsson er stjóri og stovnari av byggifyritøkuni Articon, og hevur hann sitið í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi síðan 2004.

Jón Sigurdsson avloysir Boga Jacobsen, sum hevur verið nevndarformaður seinastu fimm árini men á aðalfundinum ikki tók við afturvali til nevndina.

Umframt formaðurin og næstformaðurin, sita hesi í nevndini.

  • Kristoffur Laksá
  • Jens Meinhard Rasmussen
  • Fróði Magnussen
  • Árni Ellefsen
  • Jóhanna á Bergi
  • Odd Eliasen
  • Ólavur Bjarkhamar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder