Innanlands

Jólatræið í Ørðavík tendrað sunnudagin

Tvøroyrar hornorkestur kemur at spæla, og eisini verður drekkamunnur

2022-12-03 15:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 4. desember kl. 12.30 verður guðstænasta í Bønhúsinum í Ørðavík, við Hanus Pál Jógvansson, presti.

Aftaná gudstænastuna, verður jólatræið í Ørðavík tendrað.

Tvøroyrar hornorkestur kemur at seta sín dám á løtuna, við jólaligum horntónum. Síðani verður ein drekkamunnur at fáa í bønhúsinum.

Tvøroyrar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder