Mentan

Jólamerkjagrunnurin letur stuðul til vælgerandi endamál

Ágóðin frá jólamerkjasøluni fer í ár til Kvinnuhúsið, Spælihetjurnar og áhugabólkin Hjartabarnið

2022-11-30 22:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál.

”Posta hevur við Jólamerkjagrunninum í góð 46 ár stuðlað verkætlanum til frama fyri børn og ung í Føroyum. Vit hava tískil hjálpt nógvum børnum og ungum við teimum umleið 16 mió. kr. sum eru latnar gjøgnum árini. Í ár fer stuðulin til børn og familjur teirra, sum á ymsan hátt uppliva mótgongd,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. 

Kvinnuhúsið
Kvinnurnar, sum gista í Kvinnuhúsinum, eru ofta fíggjarliga sperdar, tá ið tær gista á Kreppumiðstøðini við børnum sínum. Jólamerkjagrunnurin letur Kvinnuhúsinum 50.000 kr. at brúka upp á góðar upplivingar fyri børnini, ið gista í Kvinnuhúsinum, sum hesi børn, hóast stóra mótgongd,  kunnu minnast aftur á við gleði.

Spælihetjurnar
Spælihetjurnar stuðla undir aktivt spæl og rørslur hjá teimum umleið 4.500 føroysku børnunum, sum hvørt ár koma framvið á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Jólamerkjagrunnurin letur Spælihetjunum 15.000 kr. í stuðli, so at tey børn, sum koma á Barnadeildina, kunnu spæla og røra seg í góðum umstøðum og við góðari útgerð.

Áhugabólkurin Hjartabarnið
Hjartabarnið, ið er ein ahugabólkur fyri børn, foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum, fær stuðul áljóðandi 8.000 kr. Áhugabólkurin skipar hvørt ár fyri ymiskum tiltøkum bæði fyri børn og teirra avvarðandi. Stuðulin verður latin Hjartabarninum, fyri at hjartabørnini og teirra avvarðandi aftur í ár kunnu fáa eina jólagávu frá Hjartabarninum.

Jólamerkjagrunnurin ynskir Kvinnuhúsinum, Hjartabarninum og Spælihetjunum góða eydnu við arbeiðinum, sum liggur fyri framman.

Um jólamerkini

• Posta hevur givið út føroysk jólamerki á hvørjum ári síðan 1976

• Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum

• Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini, og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjur knýttar at jólunum

• Jólamerki kunnu keypast á stamps.fo og á posthúsum kring landið. Í ár hevur Bárður Dal Christiansen sniðgivið, og kostar arkið 30 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder