2025-12-01 12:38
Mikukvøldið 3. desember klokkan 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.
Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, verður sagt í tíðindaskrivi.
Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.
Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald