Innanlands

Aftur í ár jólaaftanshald í KFUK í Tórshavn

Húsið letur upp klokkan 17 jólaaftan, og sjálvt jólahaldið byrjar klokkan 18 við døgurða. Seinasta freist at boða frá til ókeypis tiltakið er týsdagin 20. desember

2022-12-02 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum siður hevur verið í nógv ár, hevur KFUK í Varðagøtu 9 í Havn aftur jólaaftanshald fyri tær, ið hevur brúk fyri at vera saman við øðrum hetta serliga kvøldið á árinum.

Hesum boðar KFUK frá í tíðindaskrivi.

Húsið letur upp klokkan 17 jólaaftan, og sjálvt jólahaldið byrjar klokkan 18 við døgurða, og øll fáa ein jólapakka.

[object Object]
Mynd: KFUK

Í ár er tað Maria Syderbø Mikkelsen, sum skipar fyri tiltakinum vegna KFUK. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 20. desember - á tel. 227386.  

- Tiltakið er sum vanligt ókeypis, tí felagsskapurin KFUK og aðrir stuðlar syrgja fyri tí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder