Uttanlands

Johnson & Johnson søkt um góðkenning til neyðbrúk

Væntandi er góðkenningin í USA komin í lag áðrenn mars – Koronakoppingarevnið hjá Johnson & Johnson skal, í mun til onnur evni, bert gevast eina ferð

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-02-05 08:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski heilivágsrisin Johnson & Johnson hevur biðjið amerikansku heilsumyndugleikarnar um at fáa koronakoppingarevni teirra góðkent til neyðbrúk.

Hendan umbønin kemur eftir at ein frágreiðing frá 29. januar hevur staðfest, at neyðugt bert er við einum skamti av koppingarevni teirra til hvønn persón.

Hini koppingarevnini, sum higartil eru vorðin góðkend, skulu gevast í tveimum umførum. Sostatt kann koppingarevnið hjá Johnson & Johnson veruliga gera mun í hesari farsóttini, sigur granskingarleiðari hjá fyritøkuni sambært New York Times.

Væntað varð, at Johnson & Johnson fór at søkja um skundgóðkenning í USA í vikuni, og fyritøkan væntar at góðkenningin er komin í lag áðrenn mars.

Effektiviteturin av koppingarevninum hjá Johnson & Johnson er uml. 66 prosent, nakað lægri enn hjá evninum hjá Pfizer/BioNTech og Moderna, har effektiviteturin er ávikavíst 95 og 94,1 prosent. Og tá talan er um suðurafrikanska frábrigdið fer tað niður á 57 prosent.

USA hevur longu gjørt avtalu um at keypa 100 mió. skamtar fyri eina mia. dollarar, og eisini er møguleikin fyri at keypa 200 mió. skamtar afturat.

Upplýst verður, sambært Ritzau, at Johnson & Johnson er til reiðar at veita koppingarevni so skjótt góðkenningin er komin uppá pláss. Ætlanin hjá fyritøkuni er at veita eina mia. skamtar í 2021. Hesir skulu framleiðast í USA, Evropa, Suðurafrika, og India.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder