Innanlands

Johnleif Gerðisá nýggjur kvøldskúlaleiðari í Nes kommunu

41-ára gamli maðurin av Nesi er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving, dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Hann avloysir Áka Dyssegaard í starvinum

Johnleif Gerðisá (Mynd: nes.fo)

Johnleif Gerðisá (Mynd: nes.fo)

2022-05-31 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nes kommuna søkti fyrr í ár eftir nýggjum leiðara til Tofta Kvøldskúla, av tí ar Áki Dyssegaard, segði seg úr starvi.

Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar í dag, at tað komu tríggjar umsóknir til leiðarastarvið, og at tað á bygdaráðsfundi tann 2. mai 2022 varð avgjørt at seta 41-ára gamla Johnleif Gerðisá av Nesi í starvið.

- Johnleif Gerðisá er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving,  dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Harumframt hevur Jónleif drúgvar starvsroyndir innan barna- og ungdómsarbeið. Hann hevur verið bæði leiðari í ungdómshúsi, venjari og samskipari innan ítrótt.

Johnleif Gerðisá tekur við starvinum tann 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder