Mentan

Jóhannus Kallsgarð King of Kalsoy

Bóndin á Trøllanesi fekk serligt heiti í skíggjatekstinum eftir James Bond-filmin

Jóhannus Kallsgarð til undansýningina í Havnar Bio seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhannus Kallsgarð til undansýningina í Havnar Bio seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-29 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá stóri James Bond-filmurin “No Time To Die” seinnapartin var undansýndur í Havnar Bio fyri teimum, sum hava hjálpt til tá upptøkur vórðu gjørdar í Kallsoynni í 2019, vóru fólk spent at síggja skíggjatekstin ella rullutekstin.

Og mín sann um Føroyar ikki fáa eina serliga tøkk.

Filmshúsið og Klaksvíkar kommuna fáa eina tøkk eins og Jóhannus Kallsgarð fær eina serliga tøkk. Síðst nevndi fær heilt serligt heiti og verður róptur “King of Kalsoy”.

Jóhannus er bóndi á Trøllanesi, og hevur havt stóran leiklut við fyriskipan og hjálpt til í sambandi við upptøkurnar, sum vórðu gjørdar har.

Frumsýningin av “James Bond: No Time To Die” verður sjey minuttir yvir midnátt í Havnar Bio.

Sí eisini: Myndir: Reyða langmáttan rullað út í Klubbagarðinum

[object Object]Kallurin og Trøllanes í broyttum hami síggjast í brellbitanum fyri filmin (Skíggjamynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder