Mentan

Jógvan Fríðriksson flytir fram røðu í flaggbygdini

Flaggdagshaldið í Fámjin verður týsdagin 25. apríl klokkan 14. Umframt røðuna hjá bispi luttekur Tvøroyrar hornorkestur eisini

Fyrsta Merkið, ið Jens Oliver Lisberg tók við til heimbygd sína Fámjin. Tað hongur nú í kirkjuni har

Fyrsta Merkið, ið Jens Oliver Lisberg tók við til heimbygd sína Fámjin. Tað hongur nú í kirkjuni har

2023-04-20 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant verður flaggdagshald í Fámjin. Hesuferð er tað klokkan 14 týsdagin tann 25. apríl.

Kommunan boðar frá, at Tvøroyrar hornorkestur luttekur og Jógvan Fríðriksson flytur fram røðu, og at aftaná eru øll vælkomin til ein kaffimunn í Vesturhøll.

Harvið verður bispur at hoyra og hitta í "flaggbygdini" týsdagin. Jens Oliver Lisberg er ein teimum, ið skapti Merkið í sínari lestrartíð í Keypmannahavn. Hann vaks upp í Fámjin og tók fyrsta Merkið við á summri 1919. Hetta hongur nú í kirkjuni í Fámjin.

Tað var í bygdini á vestaru síðu av Suðuroynni, at Merkið fyrstu ferð veittraði. Flagg okkara var tó ikki alment viðurkent fyrrenn 25. apríl 1940, meðan 2. heimsbardagi leikaði á, og viðurskiftini vóru øðrvísi í Føroyum.

[object Object]Fámjin (Mynd: Pól Sundsskarð)

[object Object]
Jógvan Fríðriksson, bispur, heldur flaggrøðuna í Fámjin (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder