Innanlands

Joe & The Shitboys við nýggjari útgávu

Heiti er "The Reson for Hardcore Vibes (Again)", og tíggju løg eru á henni. Føroysku punkararnir hava fingið góð ummæli fyri konsertirnar uttanlands og skuldu til Niðurlonds, Danmarkar og Stórabretlands

Joe & The Shitboys til Sement (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Joe & The Shitboys til Sement (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-17 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Joe & The Shitboys vunnu heiðurslønina Ársins Artistur á FMA 2020, og ognaðu sær fyrstaplássið í tónleikakappingini Sement 2021. Nú eru føroysku punkararnir klárir við teirra næstu útgávu, sum ber heitið The Reson for Hardcore Vibes (Again). Hon kom út í gjár, 16. Novembur 2021.

Talan er um 10 løg, sum eru 10 minuttir og 27 sekund tilsamans, sum teir hava prentað á eina ljósareyða 7-tumma vinyl, ið er tøk í Tutl, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Joe & The Shitboys hava teir síðstu tveir mánanir spælt eina rúgvu av væl-ummældum konsertum í Stórabretlandi og Niðurlondum, og hava teir longu fleiri uttanlands konsertir á skránni í 2022:


20. Januar - Eurosonic Noorderslag (ESNS), Niðurlond

27. Januar - Northern Winter Beat, Aalborg DK

1. Februar - Duffy’s, Leicester UK

2. Februar - Boileroom, Guildford UK

3. Februar - Esquires, Bedford UK

4. Februar - Redrum, Stafford UK



Joe & The Shitboys eru hesir:

Fríði Djurhuus - sang

Sigmund V.P. Zachariassen - guitar, kór

Sjúrður Samuelsen - bass, kór

Jónsvein Mikkelsen - Trummur


Sjónbandslagið til sangin Pull the Trigger sæst her: 

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder