Innanlands

Jóansøkubál í Vági longsta dag

Í ár flytur Miriam Norðberg fram røðu

2019-06-18 07:08 Author image
Ari av Rana

Jóansøkubál í Vági er afturvendandi tiltak, sum verður hildið á Tríkantinum hvørt ár á longsta degi (21. juni).

Í ár flytur Miriam Norðberg fram røðu. Miriam er saman við familjuni nýliga flutt aftur til Vágs eftir at hava búð í m.a. Danmark og Hollandi í 10 ár.

[object Object]

Á skránni er eisini felagssangur, skrivar Vágs kommuna.

Jóansøkubál verður í Vági fríggjadagin 21. juni við Tríkantin á Sandinum.

placeholder
placeholder