Uttanlands

Joakim prinsur útskrivaður

Hann varð innlagdur við blóðtøppi í heilanum 24. juli, skurðviðgerðin gekk væl, og er heilsan hjá honum nú batnað so mikið, at hann kann útskrivast

Joakim prinsur við familju á vínslottinum hjá drotningini, har tey hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi 22. juli (Mynd: Kongshúsið)

Joakim prinsur við familju á vínslottinum hjá drotningini, har tey hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi 22. juli (Mynd: Kongshúsið)

2020-08-04 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð Joakim prinsur útskrivaður frá universitetssjúkrahúsinum í franska býnum Toulouse.

Tað var 24. juli, at prinsurin varð innlagdur. Somu nátt varð hann skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum. Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og verður ikki mett, at hann fær varandi mein.

Nú meta læknarnir, at heilsan hjá Joakim prinsi er batnað so mikið, at hann kann útskrivast, sigur kongshúsið í tíðindaskrivi.

Prinsurin er nú staddur á Château de Cayx, franska vínslottinum hjá drotningini. 

51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari. Hann er í løtuni undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder