Innanlands

JHR stykkjar út í Æðuvík

Sjey grundstykki skulu gerast – Arbeiðið skal vera liðugt í viku 15 komandi ár

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2020-10-30 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áhugin er stórur fyri at seta búgv í Runavíkar kommunu, m.a. í Æðuvík.

Nakað er fráliðið, síðan kommunan seldi seinasta tøka stykkið í bygdini, tí viðgjørdi Byggi- & Býarskipanarnevndin støðuna í fjør, og eftir hennara tilráðing samtykti býráðið, at ein neyvætling skuldi gerast um eina nýggja útstykking, soleiðis, at arbeiðið kundi bjóðast út, og komið var nú undir land við hesum, skrivar Runavíkar kommuna.

Kommunan eigur høgliga lendið, har ið útstykkingin í bygdini skal gerast. Sjey stykkir eru í verkætlanini.

[object Object]
(Mynd: Runavíkar kommuna)

Tá arbeiðið varð boðið út, var tað Spf. JHR Entreprenørar í Rituvík, ið átti lægsta boðið – slakar 2,3 mió. krónur.

Týsdagin skrivaðu Rúni Petersen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála.

Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í viku 46 í ár og vera liðugt í viku 15 komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder