Innanlands

Jenis fær ikki fulla undirtøku í uttanlandsnevndini

Tjóðveldi og Framsókn arbeiða framvegis við ætlanunum um at leggja fram misálit móti Jenisi av Rana

Jenis av Rana (Mynd: EPA)

Jenis av Rana (Mynd: EPA)

2022-06-07 12:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingsins uttanlandsnevnd hevur í dag fingið kunning um avtaluna, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntandi fer at skriva undir hósdagin viðvíkjandi komandi radaranum á Sornfelli.

Enn er einki komið út um innihaldi í avtaluni, men ongin ivi er um, at hon verður undirskrivað.

Tað váttaði Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini fyri kringvarpinum fyri løtu síðani.

Men Jenis av Rana fær ikki viðmæli frá Tjóðveldi og Framsókn, sum framvegis arbeiða við málinum um møguliga at leggja fram eitt misálig móti landsstýrismanninum.

- Hetta er ein sjónleikur. Ein avgerð er tikin í Danmark, og tað er rein propaganda tá sagt verður, at tað er til føroyingar at avgera, um radarin kemur ella ikki, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í útvarpinum fyri løtu síðani.

Hann vísir á, at landsstýrismaðurin í hesum føri er ein statistur.

- Hetta er ein so týðandi avgerð, at hon má takast á demokratiskum grundarlag, og tí eigur tað at vera løgtingið, sum tekur avgerðina. Hesum kravi fara vit ikki at víkja frá, sigur Høgni Hoydal sannførdur. Sambært honum er ongin heimild at geva einum einstøkum landsstýrismanni heimildina at skriva undir eitt so týðandi mál vegna Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder