Innanlands

Jenis av Rana veit hvat hann tosar um, men tað er ikki hansara borð

Hetta skapar órógv, sigur løgmaður um útsøgnina hjá Jenis av Rana um, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at lata seg koppseta, nú landsstýrið annars prikar føroyingar við fullari ferð. Landsstýrismaðurin kennir seg ikki nóg tryggan at koppseta seg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-19 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta skapar órógv.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið í kvøld, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, fyrr í dag við VP segði, at hann ikki ætlaði at lata seg koppseta móti covid-19.

Hetta er ikki ein og hvør landsstýrismaður. Jenis av Rana er sjálvur lækni, og er tí væl ílatin til at hava eina meining um evnið. Tískil vigar ein slík útsøgn nógv, men løgmaður heldur ikki at landsstýrismaðurin í uttanríkis og mentamálum skal blanda seg uppí heilsumál.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana sigur við VP, at alt koyrir upp á undantaksloyvi sum er við koppsetingunum, og at hann ikki kennir seg nóg tryggan. Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin.

- Tað er eingin ivi um, at Jenis av Rana veit hvat hann tosar um, men tá tað kemur til tað, at hann er landsstýrismaður er hann ikki landsstýrismaður í heilsumálum. Vit hava landsstýrisfólk sum fyrisita sítt málsøki. Í hesum førum, tá tað snýr seg um vaksinur, er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum stingur út í kortið hvør politikkurin skal vera, sigur løgmaður.

- At tað eru ymsar meiningar í landsstýrinum millum landsstýrisfólk, er ikki nakað nýtt, men sjálvandi skapar tað órógv, tá ein av landsstýrismonnunum fer út alment og boðar frá tí. Hetta er nakað vit fara at taka upp í landsstýrinum, og hetta skal ikki endurtaka seg, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður ger tó greitt, at tað ikki eru boð frá landsstýrinum, um at øll skulu koppsetast móti korona.

- Tað er frítt hjá borgaranum at taka eina vaksinu ella ikki. Tað er ikki nakað páboð. Tað hevur tvørtur ímóti verið sagt frá byrjan av, at tað stendur einum og hvørjum frítt at taka av ella lata vera.

- Eg haldi nú ikki at Jenis er komin við nakrari tilráðing um hvat Føroya fólk skal gera. Hann sigur bara, hvat hann persónliga fer at gera.

Løgmaður ber kortini ikki ótta fyri, at sperðil kemur í koppsetingarætlanina orsakað av útsøgnini hjá landsstýrismanninum.

- Tað er altjóða viðurkent, at hendan vaksinan er tann besta higartil og tann, sum er viðmæld at fólk taka fyri at fáa bart smittuna niður. Alternativið er, at man ikki letur seg koppsetta og livur í óttanum av at fáa korona, segði løgmaður við útvarpið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder