Innanlands

Jenis av Rana um norðurlendska ætlan: Virðiskolonnialisma

Landsstýrisfólk vildu ikki hava Føroyar nevndar í felags norðurlendskari LGBT-strategi

2020-11-10 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlendska ráðharraráðið hevur kunngjørt eina nýggja strategi viðvíkjandi LGBT-persónum. Endamálið við strategiini er at staðfesta, at LGBT-persónar skulu “kunna liva frítt og opið og hava somu møguleikar í lívinum sum restin av borgarunum í londunum”.

Strategiien varð samtykt á ráðharrafundi í farnu viku, og er nú kunngjørd av danska ráðharranum við javnstøðumálum, Mogens Jensen. Danmark hevur – saman við Føroyum og Grønlandi – formansskapin í norðurlendska ráðharrasamstarvinum í ár.

Men átakið møtti mótstøðu frá føroyskari síðu, skrivar danska avísin Kristeligt Dagblad.

Virðiskolonialisma
- Hetta er ein roynd at reka virðiskolonialismu. Vit eru ikki áhugað í at norrøna ráðharraráðið skal standa fyri okkara virðispolitikki og at lumpa okkum við til eina slíkari strategi, sigur Jenis av Rana við Kristeligt Dagblad og upplýsir, at hann fer at taka málið upp á fyrstkomandi landsstýrisfundi.

- Kristna trúgvin hevur nógv at siga fyri nógv fólk í Føroyum. Og Bíblian hevur, um einum dámar tað ella ei, sína meining um samkyndleika, og tað hevur eisini politiskan týdning, sigur Jenis av Rana við blaðið.

Formaðurin í Miðflokkinum vísir á, at tað eru fleiri “fornuftig ting” í strategiini hjá ráðharraráðnum, men staðfestir, at føroyingar ikki ynskja, at føroyski LGBT-politikkurin skal stýrast av norrøna ráðharraráðnum.

- Hvat verður so tað næsta? Vandi er fyri, at tey eisini vilja stýra okkara fosturtøkupolitikki, sigur Jenis av Rana við Kristeligt Dagblad.

Elsebeth mótmælti fyrst
Norðurlond ynskja at ganga á odda á LGBT-økinum, og tað er orsøkin til at henda strategiin nú verður gjørd.

Kristeligt Dagblad skrivar, at viðgerðin av strategiini var eitt sindur fløkjaslig. Hósdagin, tá hon varð samtykt, sendi Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við javnstøðumálum, starvsfelaga sínum í Danmark, Mogens Jensen, eini boð.

Hon vísti á, at Føroyar ikki vóru tiknar við í viðgerðini av málinum, tí Føroyar ikki eru við í skipaða LGBT-samstarvinum. Hetta førdi, sambært Kristeligt Dagblad, til, at fleiri orðingar í skjalinum vórðu broyttar.

Vanliga orðingin um, at tað vóru “Norðurlond, Føroyar, Grønland og Áland” sum stóðu aftan fyri orðingina, varð broytt til var ráðharraráðið – Nordisk Ministerråd –, sum miðaði eftir at fremja tað, sum framgongur í skjalinum.

Mogens Jensen sigur við danska blaðið, at Føroyar hava fingið somu kunning sum øll hini londini í sambandi við viðgerðina av málinum, men Elsebeth M. Gunnleygsdóttur hevur eina aðra útlegging:

- Føroyar hava onki landsstýrisfólk ella annan myndugleika, sum tekur sær av LGBT-økinum, og Føroyar luttaka tí ikki í hesum samstarvi í norðurlendskum høpi. Tí havi eg ikki luttikið í LGBT-spurningum í norrøna ráðharraráðnum, skrivar føroyska landsstýriskvinnan við javnstøðumálum í telduposti til Kristeligt Dablad.

Hon skrivar, at hon ynskti, at Føroyar ikki vórðu nevndar í tekstinum.

Mogens Jensen vísir aftur, at ráðharraráðið roynir at “virðislolonialisera” Føroyar.

- Vit ímynda okkum ikki, at vit hvørki kunnu ella skulu trýsta nakað oman yvir føroyingar, sigur hann við Kristeligt Dablad.

Norðurlendska ráðharraráðið fyri javnstøðu hevur saman við strategiini játtað tvær milliónir krónur, sum felagsskapir, fyritøkur og myndugleikar kunnu søkja um.

Herundir greiðir Mogens Jensen frá nýggju strategiini:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder