Innanlands

Javnaðurin vil á fólkating at fáa enn fleiri úrslit

Men fyribils ætlar formaðurin ikki á fólkating sjálvur, hóast hann stillar upp

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-14 13:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum tann næstseinasti av flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, legði Javnaðarflokkurin í morgun fram sína valskrá og kunngjørdi tey 13 valevnini – 7 mans og 6 kvinnur – sum stilla upp.

Nú er bert Miðflokkurin eftir.

At tað er rættiliga avmarkað, hvørji evni eru at kjakast um til eitt fólkatingsval, kom líka sum til sjóndar á júst hesi framløguni, “Vel enn fleiri úrslit”, sum floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, helt í Gulu Smiðju í Saltangará, tí tað vóru ikki so nógvir nýggir tankar, sum vórðu bornir fram í dag.

Sjúrður Skaale hevur umboðað Javnaðarflokkin á fólkatingi seinastu trý valskeiðini, og hevur ein langan lista av úrslitum av vísa á, hvat flokkurin hevur fingið ígjøgnum í sínum arbeiði á fólkatingi.

Nøkur av úrslitunum, sum flokkurin dregur fram er, at ein loysn er funnin á málinum um skatting av donskum pensjónsskipanum og at meirvirðisgjaldið, sum føroyingar eru trektir fyri við keypi av nettænastum, nú kemur føroyska í landskassan, har tað hoyrir heima, heldur enn í danska.

[object Object]

Virðir meirilutan í Føroyum

Av málum sigur flokkurin seg vilja samstarva við øll og skapa ítøkilig úrslit, at hava sjónliga og virkna umboðan, at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir tvørt fyri í donskum skipanum, upplýsa um føroysk viðurskifti við frágreiðingum og ráðstevnum, at virða føroyska meirilutan og ikki taka politiskt stríð í Føroyum niður á danating.

Javnaðarflokkurin skilir seg frá fleiri av hinum føroysku flokkunum í lyftinum um at virða føroyska meirilutan.

Tí fleiri aðrir flokkar ætla at gera vart við síni egnu politisku áskoðanir á fólkatingi. Tað afturvísir Javnaðarflokkurin, sum sigur seg bert vilja arbeiða við málum, sum hevur undirtøku á Føroya løgtingi.

Sum dømi nevnir Aksel V. Johannesen stýrisskipanarlógina.

- Undanfarna samgonga arbeiddi við strýrisskipanarlógini, og tí var tað natúrligt at tala fyri á fólkatingi, at vit fáa eina nýggja stýrisskipan í Føroyum. Men í núverandi løgtingi er ikki meiriluti fyri at broyta stýrisskipanarlógina, og tí hava vit ikki tikið tað málið upp í Danmark.

Hinvegin vil flokkurin framhaldandi kunna og kanna, bæði í Danmark og Føroyum um viðkomandi viðurskifti – eitt nú við at fáa til vega tøl fyri hussu nógvar føroyskar kvinnur fáa abort í Danmark.

Av politiskum málum, setir Javnaðarflokkurin sær fyri at brúka fólkatingið til at fáa loftrúmið á føroyskar hendur, at fáa eina betri handilsavtalu við ES, at tryggja at lyftið um nýtt fongsul í Føroyum verður hildið, og at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, so at hon – í minsta lagið – ikki skal vera ein førðing fyri føroyskari umboðan í altjóða stovnum og felagsskapum.

[object Object]

Ætlar sær ikki á ting beinanvegin

Eitt krav til fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum er, at tað brúkar alla sína tíð upp á fólkatingsarbeiðið.

Tí spurdu vit eisini Aksel V. Johannesen um hann ætlaði sær á fólkating, nú hann hevur valt sjálvur at stilla upp og biðja javnaðarveljarar um sína atkvøðu.

Tað ætlar Aksel V. Johannesen ikki – í fyrstu syftu.

- Fái eg flestar atkvøður á fólkatingsvalinum, so fari eg ikki at sita á fólkatingi í fyrstu syftu. Fyri meg sum formann í flokkinum hevur tað størri týdning at arbeiða fyri, at Javnaðarflokkurin fær eitt gott úrslit á løgtingsvalinum, sum verður ein veruleiki um tíggju mánaðir, í seinasta lagi.

- Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at míni politisku mál í løtuni er at Javnaðarflokkurin skal koma í samgongu, og at eg so eisini veri ein av teimum, sum koma at manna komandi landsstýri.

- Men skuldi tað hent, at vit ikki koma í samgongu eftir løgtingsvalið, so ætli eg mær at røkta fólkatingsarbeiði í ein ávísan mun, um eg verði valdur. Verði eg framvegis floksformaður tá eisini, so kann eg ikki lova, at tað verður alla tíðina, segði Aksel V. Johannesen undir framløguni í Gulu Smiðju.

Tvey nýggj – hini roynd

Javnaðarflokkurin stillar upp við 13 valevnum til fólkatingsvalið – sjey menn og seks kvinnur. Flest teirra eru kend fólk við drúgvum royndum í fólkavaldum uppgávum.

Øll sjey løgtingsumboðini eru á listanum umframt núverandi fólkatingsumboðið og kvinnan, sum hevur avloyst hann nakrar ferðir. Hartil eru eisini tvær kvinnur, sum sita í Tórshavnar býráði við á listanum. Eftir eru so tvey heilt nýggj valevni, annar er eitt av starvsfólkunum hjá flokkunum á fólkatingi, Jóan Pauli Dahl Jakobssen og hin er unga Sigrð Sámalsdóttir Hentze heiman av Sandi.

Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin: Aksel Vilhelmsson Johannesen, Barbara Gaardlykke Apol, Bjarni Hammer, Bjørg Dam, Djóni Nolsøe Joensen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old, Ingilín Didriksen Strøm, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Jóhannis Joensen, Kristianna Winther Poulsen, Sigrid Sámalsdóttir Hentze og Sjúrður Skaale. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder