Við at brúka tær nágreiniligastu dáturnar, sum nakrantíð eru tiknar av undirgrundini á eini aðrari gongustjørnu, hava granskarar úr UCLA og Jarðfeingi saman við øðrum granskingarstovnum funnið fjaldar leivdir av einum fornum áarósa í Jezero-kratrinum á Mars sigur Jarðfeingi í tíðindaskrivi og heldur fram:
-Vit hava øll sæð tær fantastisku myndirnar av yvirflatfuni á Mars, sum Perseverance-rovarin hjá NASA hevur sent aftur til okkara. Men tað eru ikki nógv, ið vita av, at framkomni kanningarbilurin eisini hevur eitt annað “myndatól”.
Tað er ein sokallaður georadari, sum kallast “Radar Imager for Mars Subsurface Experiment”, ella stytt RIMFAX. Tað eru granskarar úr Department of Earth, Planetary and Space Sciences á UCLA saman við Jarðfeingi, sum hava brúkt tað til at taka tær nágreiniligastu myndirnar nakrantíð av undirgrundini á eini aðrari gongustjørnu. Við hesum hava tey funnið fjaldar leivdir av einum fornum áarósa í Jezero-kraterinum á Mars.
Kanningararbeiðið, sum stuðlar undir hesari greinini stóð Dr. Emily Cardarelli, sum starvast á UCLA Space Institute, á odda fyri. Hon starvast á rannsóknarstovuni hjá David Paige, sum er ein av høvuðsgranskarunum viðvíkjandi radartólinum á rovaranum. Uni Árting, ið starvast á Jarðfeingi og Oslo Universitet, hevur eisini arbeitt nógv við júst hesum dátunum. Hann hevur verið partur av at tulka og viðgera hesar nýggju dáturnar og skriva greinina.
Nýggja greinin, sum varð givin út 18. mars í Science Advances, byggir á dátur, sum vórðu savnaðar, meðan Perseverance koyrdi gjøgnum Jezero-kratrið. Hvørja ferð rovarin koyrir, sendir RIMFAX radarbylgjur niður í undirgrundina og skrásetir tær reflektiónir (ekkó), sum koma aftur til tólið. Soleiðis kunna granskarar endurskapa jarðfrøðilig løg, sum liggja fjald undir leiðini hjá rovaranum. Í hesum partinum av leiðini, sum henda greinin snýr seg um, rukku radarbylgjurnar djúpari enn nakrantíð áður og vístu eitt sermerkt mynstur av legugrýtislindum og máaðum flatum. Hesi jarðfrøðiligu løgini eru ikki bara enn eitt prógv fyri, at vatn einaferð rann í Jezero-kratrinum, men vísa eisini eina nógv nágreiniligari mynd av, hvussu hesar tilgongdir vóru.
Radaraprofilar, ið eru myndirnar av undirgrundini, vísa hallandi legugrýtislindir, sum samsvara við jarðfrøðilig løg botnsett í áarósum, har ið áir renna út í eitt vatn. Hetta er júst tann bygnaður, sum jarðfrøðingar vænta at síggja í einum fornum áarósa.
Á jørðini eru tílíkir áarósar sera dynamisk øki, har góður møguleiki er fyri at varðveita og skapa umstøður fyri mikrobiologiskum smáverulívi. Tí eru tílík øki serliga áhugaverd støð at leita eftir og at skilja, um Mars einaferð hevði umstøður, har lív einaferð fanst.
“Vit vita, hvussu týdningarmiklar áarskipanir eru fyri at skapa og varðveita mikrobiologiskt lív” sigur Emily Cardarelli. “At síggja tílíkar áarbygnaðir varðveittar í undirgrundini á Mars sigur okkum, at umstøður, sum kundu stuðlað lívi, einaferð hava verið har.”
Direktoratet for Romforskning og Oslo Universitet stuðlaði RIMFAX. Høvuðsgranskari á RIMFAX-tólinum er Svein-Erik Hamran frá Oslo Universitet. Uni Árting og Emily Cardarelli arbeiða tætt saman við samstarvsfeløgum úr altjóða RIMFAX-toyminum. Granskingin varð partvíst fíggjað av NASA og norska granskingarráðnum.
Meðan Perseverance heldur fram við ferð síni gjøgnum Jezero, savnar RIMFAX georadarin nýggjar radaraprofilar hvørja ferð, rovarin koyrir. Fyri RIMFAX-toymið merkir hetta, at fjalda jarðfrøðisøgan um Mars framvegis verður funnin – lag fyri lag.
![]()
Perseverance-rovaran koyrir á yvirflatuni á Mars og her sendur RIMFAX-georadarin radarabylgjur niður í undirgrundina. Myndin er frá greinini Hamran et al(2020). Space Sci Rev (2020) 216:128 https://doi.org/10.1007/s11214-020-00740-4
![]()
Myndirnar vísa hallandi jarðfrøðilig legugrýtissløg og tulkingar av undirgrundini á Mars. Myndirnar eru úr nýggju greinini í Science (www.science.org/doi/10.1126/sciadv.adz6095 ).
![]()
Myndirnar vísa tulkingar av teimum hallandi jarðfrøðiligu legugrýtissløgunum í undirgrundini á Mars. Myndirnar eru úr nýggju greinini í Science (www.science.org/doi/10.1126/sciadv.adz6095).
Tilvísing og leinki til greinina í Science:
Cardarelli et al., Sci. Adv. 12, eadz6095 (2026) 18 March 2026
DOI: 10.1126/sciadv.adz6095
Leinki: www.science.org/doi/10.1126/sciadv.adz6095
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald