Mentan

Japanski sendiharrin var við til avdúking

Og umboð fyri japanskan stórídnað og fiskivinnu vóru eisini við, tá nýggja japansk-føroyska orðabókin varð løgd fram á á Reinsarínum í gjárkvøldið. Ein avbera góða byrjan til eitt gott vinalag og eitt umfatandi framtíðar samstarv, mentanarliga og vinnuliga, segði Kristianna Winther Poulsen, sum helt røðu vegna Tórshavnar kommunu

Manabu Miyagawa í Reinsarínum í gjárkvøldið (Mynd: torshavn.fo)

Manabu Miyagawa í Reinsarínum í gjárkvøldið (Mynd: torshavn.fo)

2022-08-24 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum.

Soleiðis skrivaðu tey á Sprotanum í tíðindaskrivi fyri nøkrum døgum síðani, í samband við at ein japansk-føroysk og ein føroysk-japansk orðabók vóru á veg.

Í gjár vórðu nýggju orðabøkurnar avdúkaðar á stórum japanskt-føroyskt tiltaki á Reinsarínum.

Har vóru nøkur, ið hildu røðu: Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum, Sunnvá á Geilini Asano, ið greiddi frá arbeiðnum við orðabókunum, umframt japanski sendiharrin í Keypmannahavn. 

59-ára gamli Manabu Miyagawa er á Føroyavitjan í hesum døgum og var við til tiltakið saman við sínum embætisfólkum. Fleiri umboð vóru frá uttanríkistænastuni og fýra umboð vóru fyri japanska stórídnaðin og fiskivinnuna. Føroyskur tónleikur, haiku-upplestur og annað varð framført. 

[object Object]
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum 

[object Object]
Silvitni

[object Object]
Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Myndir: torshavn.fo)

Hetta tiltakið kundi metast at vera eina avbera góða byrjan til eitt gott vinalag og eitt umfatandi framtíðar samstarv, mentanarliga og vinnuliga. Soleiðis segði Kristianna Winther Poulsen, sum helt røðu vegna Tórshavnar kommunu.

Til ber at lesa røðuna, ið er á enskum, á www.torshavn.fo

Tað eru hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano, sum í tvey ár hava arbeitt við orðabókunum, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók.

Les eisini: Japanski sendiharrin vitjaði í Klaksvík í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder