Uttanlands

Japan: Talið á deyðum komið upp á 202

102 fólk eru framvegis saknað, upplysa lokalu myndugleikarnir

(Mynd: Kyodo News)

(Mynd: Kyodo News)

2024-01-09 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan, sum takti Ishikawa í Japan nýggjársdag er nú komið upp á 202, boða lokalu myndugleikarnir frá.

Umframt hetta eru 102 fólk framvegis saknað.

1. januar varð Japan rakt av tilsamans 155 skjálvtum. Tann harðasti, ið máldi 7,6, var í Ishikawa, og tað er har, andlátini eru staðfest.

Náttina til mánadagin vóru talið á deyðum og saknaðum ávikavist 161 og 103.

Yvir 33.000 fólk vórðu flutt burtur, og umleið 100.000 húsarhald vóru uttan vatn. Jarðskjálvtin er tann deyðiligasti, sum Japan hevur upplivað síðan 2016, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder