placeholder
Mentan

Jákup Lützen spælir í Mariukirkjuni

Skipað verður fyri matiné leygardagin klokkan hálvgun tólv

Jákup Lützen

Jákup Lützen

2021-07-21 17:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin verður matiné í Mariukirkjuni í Havn.

Tað er bratch-leikarin Jákup Lützen, sum fer at spæla. Jákup er føroyingur uppvaksin í Havn.

Hann hevur nomið sær kunnleika, fyrst á Tórshavnar musikkskúla og síðan á hægri læristovni í Danmark. Hann starvast nú sum bratch-leikari í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil - áður nevnt Sjællands Symfoniorkester.

Jákup Lützen var kosin sum Ársins einleikari í FMA 2021.

Á skránni leygardagin er tónleikur av Sunleif Rasmussen, William Heinesen, Kristian Blak og Max Reger. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder