Uttanlands

Jagland missir órinið og kann saksøkjast

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin skal nú kannast fyri mutur í sambandi við Epstein-málið

Jagland er fyrrverandi aðalskrivari hjá Evroparáðnum. Nú hevur ráðið tikið órinið frá honum (Savnsmynd: EPA)

Jagland er fyrrverandi aðalskrivari hjá Evroparáðnum. Nú hevur ráðið tikið órinið frá honum (Savnsmynd: EPA)

2026-02-11 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland hevur nú mist sítt órin móti at verða rættarsøktur í sambandi við Epstein-málið.

Thorbjørn Jagland, sum umframt at vera fyrrverandi stjórnarleiðari í Noregi, eisini hevur verið aðalskrivari í Evroparáðnum og formaður í norsku Nobelnevndini, hevur nú mist órinið frá Evroparáðnum.

Tað hevur ráðharranevndin í ráðnum tikið avgerð um, skrivar NRK.

Hetta merkir, at Jagland nú kann verða kannaður av Økokrim, sum er deildin hjá norsku løgregluni, sum tekur sær av at kanna búskaparbrotsverk.

Thorbjørn Jagland er undir illgruna fyri álvarsligt mutur, eftir at navn hansara er nevnt fleiri ferðir í seinastu Epstein-skjølunum, sum seinast eru almannakunngjørd. Økokrim skal eitt nú kanna om Jagland hevur fingið ‘veitingar’ so sum gávur, ferðir og lán í tíðarskeiðinum 2009 til 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder