Innanlands

Ivast í um fólk fara at lata seg kanna

Frá í morgin verður ikki longur krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Í staðin verður mælt til at lata seg kanna nakrar dagar áðrenn fráferð og eftir komu, men Pál Weihe ivast í, at fólk fara at fylgja hesum tilmælunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-31 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er seinasti dagur við kravdum koronukanningum við landamørkini. Frá í morgin verður í staðin mælt til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftaná komu til Føroya. Eisini verður heitt á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin.

Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, ivast tó í avgerðini hjá myndugleikunum um at steðga við at kanna fólk við komu. Hetta, tí hann sigur seg ivast í, at fólk fara at fylgja tilmælinum um at lata seg kanna.

– Eg hugsi, at ein partur fer, men kanska tann parturin, sum hevur størstan tørv á tí, fer ikki at gera tað, sigur hann við Útvarpið.

Hann heldur ikki, at tað er ein varandi loysn, tí tað kann vera, at smitta kemur at breiða seg aftur, og at vit tí verða noydd at seta marknakanningar í verk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder