
Stjórnin í Ísrael hevur góðkent avtaluna um vápnahvíld í Gaza og leyslating av gíslum. Tað upplýsti ráðharraskrivstovan hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, í gjárkvøldið.
- Stjórnin hevur júst góðtikið treytirnar fyri leyslating av øllum gíslum – bæði teimum livandi og teimum deyðu, skrivaði ráðharraskrivstovan í gjárkvøldið á X.
Tað vóru ikki allir ministararnir í stjórnini hjá Netanyahu, sum atkvøðu fyri at seta avtaluna í gildi.
Sambært Times of Israel valdu limirnir í flokkinum, Átrúnaðarlig Zionisma, tó ikki Ofir Sofer, ráðharri við integratiónsmálum, at atkvøða ímóti. Tað sama gjørdu limirnir í víðgongda tjóðskaparflokkinum Otzma Yehudit.
Góðkenningin í ísraelsku stjórnini kemur eftir at samráðingarfólk úr Ísrael og vápnaða Hamas felagsskapinum fyrr í vikuni komu ásamt um fyrsta part fyri eina friðarætlan fyri Gaza.
Samráðingar hava verið í Egyptalandi við USA, Katar, Turkalandi og Egyptalandi sum meklarum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, tók stig til friðarætlanina, sum er í 20 punktum.
Góðkenningin í Ísrael merkir, at vápnahvíldin kann fáa gildi innan fyri 24 tímar, segði ein ónevndur talspersónur fyri ísraelsku stjórnina. Hereftir hevur Hamas 72 tímar til at lata ísraelsku gíslarnar leysar.
48 av teimum 251 gíslunum, sum Hamas tók við sær aftur til Gaza eftir álopið á Ísrael 7. oktober 2023, eru framvegis í Gaza.
Myndugleikarnir í Ísrael hava mett, at 20 av gíslunum enn eru á lívi, meðan hinir eru deyðir.
Eftir ætlanini skal Ísrael leyslata umleið 2.000 palestinar, sum sita í fongsli í Ísrael.
Fyrsti partur av friðarætlanini inniber eisini, at Ísrael skal taka seg aftur til eina avtalaða linju í Gaza, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald