Vinna

Íslendingar keypa føroyskt

Í morgun skrivaðu Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, undir sáttmála, um bygging av nýbygningi nrummar 62. Talan er tvíkilju, ið verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið, og tað verður triðja tvíkiljan, sum Arnarlax hevur frá KJ

Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hyrdaulik, eftir at sáttmáli un nýggja tvíkilju er undirskrivaður

Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hyrdaulik, eftir at sáttmáli un nýggja tvíkilju er undirskrivaður

2022-04-06 11:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun skrivaðu Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, undir sáttmála, um bygging av nýbygningi nrummar 62.

Tvíkiljan verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Tvíkiljan fær tveir framdriftsmotorar, á 500 hk hvør, og ein Himoinsa 115 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 65 tons krani, ein kapstan á 1,5 tons og tveir á 3,0 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.

[object Object]

Hetta verður sostatt triðja tvíkiljan, sum Arnarlax hevur frá KJ. Hinar eru Eygló, bygd í 2012, og Jónleyg, bygd í 2007.

Hetta er harafturat triði nýbygningur, ið verður bygdur til Vestfirðirnar í Íslandi, seinastu tvey árini. Fyri stuttum undirskrivaði KJ sáttmála við íslendska felagið Háafell, um bygging av nýggjari tvíkilju, sum verður latin kundanum í heyst. Í januar 2021 bleiv Tannanes veittur til Arctic Fish.

Umframt tvíkiljurnar til Íslands, framleiðir KJ eisini aliringar á Ísafjørðinum til Háafell, og seinni í ár fer KJ undir at framleiða aliringar, ið eru 200 metrar í ummáli, til eysturlandið í Íslandi.

KJ Hydraulik

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder