Uttanlands

Ísland: Fyrrverandi forsetafrúan hevur havt covid-19

Dorrit Moussaieff, kona Ólaf Ragnar Grímsson, er frísk aftur

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-05-04 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsetafrúan í Íslandi, Dorrit Moussaieff hevur verið rakt av covid-19 sjúkuni. Tað fortaldi hon í samrøðu við útvarpsstøðina Rás 2 hjá RÚV í gjár.

Í samrøðuni undirstrikaði hon, at fyrrverandi forseti Íslands, Ólavur Ragnar Grímsson, ikki er raktur av smittuni.

Í samrøðuni fegnast hon um, at hon var stødd í Íslandi, tá sjúkan breyt út.

- Í fimm samdøgur minnist eg einki; eg svar bara tað mesta av tíðini. Eg hevði høgan fepur og vøddapínu. Eg var heilt avbyrgd. Við góðari hjálp av sera dugnaligu íslendsku lækjunum kann eg nú siga, at eg eri frísk aftur, fortelur Dorrit Mussaieff, sum ikki var innløgd, men hevði bert samskifti við læknarnar umvegis telefon.

Dorrit Mousaieff er 70 ára gomul og hevur sjúkuna Crohn’s, sum er ein tarmsjúka.

- Eg havi ongantíð havt tað betri, ongantíð verið sterkari enn eftir hesar seinastu fimm vikurnar í Íslandi. Hon leggur dent á, at ikki bara gongutúrar í vøkru íslendsku náttúruni, men reina luftin og íslendska umhvørvið yvirhøvur hevur verið gagnligt fyri hana hesa seinastu tíðina, skrivar Iceland Monitor. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder