Uttanlands

Írland útsetir upplatingina av vertshúsum

Vertshús, náttklubbar og spælihús sleppa ikki at lata upp aftur fyrr enn 10. august

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-16 15:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Írlandi hevur valt, at útseta upplatingina av vertshúsum, náttklubbum og spælihúsum fyri, at avmarka spjaðingina av koronasmittuni. Tískil skulu vertshús vera verandi afturlatin fram til 10. august ístaðin fyri, at lata upp aftur 20. juli, sum ætlanin var. Tað boðar forsætisráðharrin Micheál Martin frá í einum tíðindafundi mikudagin.

Forsætisráðharrin sigur, at málið er at fáa smittutalið niðurum aftur 1. Virkandi embætislækni í írska heilsumálaráðnum Ronan Glynn sigur á sama tíðindafundi, at smittutalið í Írlandi løtuni liggur ímillum 1,2 og 1,8. Írland byrjaði ímóti endanum av mai mánað, at seta avmarkingarnar úr gildi, eftir at smittutalið var minka niður til 0,5. Um talið er undir eitt er smittan minkandi. Er talið omanfyri eitt veksur spjaðingin av smittuni.

Vertshús, ið servera mat, fingu loyvið lata upp aftur 29. juni, og sleppa framvegis at hava opið.

Eisini boðar Micheál Martin frá, at talið av gestum í einum heimi eigur, at avmarkast til í mesta lagi tíggju persónar, úr í mesta fýra ymiskum húsarhaldum.

Eisini heitir forsætisráðharrin á, at fólk skulu vera í masku tá tey eru úti í handlum og sølumiðstøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder