Innanlands

IRF: Níggju tons av glasi send av landinum til endurvinning

Fyri einum ári síðani varð byrjað at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og higartil hevur tað gingið væl, sigur IRF, sum kemur við einari áminning um at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-31 18:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einum ári síðani byrjaði IRF at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og innsavningin, sum hevur verið á flestu bingjuplássum kring landið, hevur gingið væl, og eru higartil góð níggju tons send av landinum til endurvinning, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

– Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt sera virðismikið tilfeingi, tá hugsað verður um ringbúskap, skrivar IRF.

Eisini verður víst á, at glasendurvinning betrar um arbeiðsumhvørvið hjá innsavnarum, tí glas fyllir og vigar nógv, og harafturat minkar tað um vandan at skera seg av brotnum glasi, sum liggur leyst í gráa posanum.

Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða glas úr nýggjum rávørum. Við glasendurvinning er ikki neyðugt at framleiða nýtt glas, og útvinning av rávørum og útlát av vakstrarhúsgassum minkar, skrivar IRF.

IRF hevur gjørt eina vegleiðing til glasendurvinning:

Hvat glas kann latast til endurvinning?

  • Glaskrukkur
  • Drekkigløs
  • Glasfløskur (tær, sum ikki kunnu latast inn í pantskipan)

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska glasið við sápu. Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Nýmótans skiljiskipanir skilja millum klárt og litað glas, og tí kann bæði klárt og litað glas vera latið í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Hvat kann ikki latast til glasendurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Omanfyri sæst ein stuttur lýsingarfilmur hjá IRF um endurvinning av glasi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder