Innanlands

IRF: Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

– Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar

Mynd: IRF

Mynd: IRF

2020-12-14 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Tað sigur IRF, sum heitir á fólk um at hugsa um umhvørvið um høgtíðina.

– Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.

IRF hevur í hesum sambandi gjørt eina vegleiðing til, hvussu mann ber seg at at skilja burturkastið um høgtíðina:

Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast. Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.

Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.

Reyði posi: Ljósperur, battarí, elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.

Endurnýtsluplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.

Fyri at gera tað lættari, kann mann printa myndatekin út at seta á ruskíløtini, so mann sær, hvat skal í hvar. Myndatekin kunnu takast niður her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder