Innanlands

IRF: Gips má ikki brennast

IRF heitir á fólk um at hugsa um umhvørvi

2018-08-30 17:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

IRF heitir á fólk um at hugsa um umhvørvi og lata gips til tyrvingar, tá tey skulu av við gips. Gips er eitt náttúrligt tilfeingi, sum skal tyrvast, eisini allir smærri avskurðir.

IRF sigur, at gips gevur sera dálkandi útlát frá sær, tá tað verður brent.

Umframt at brenningin av gipsi gevur dálkandi útlát frá sær, fer tað eisini sera illa við Brennistøðina hjá IRF, tá ið gips verður brent.

IRF heitir tí á borgarar um at lata gips inn á kommunala endurnýtsluplássið. Sambært reglugerð frá Umhvørvisstovuni má gips ikki blandast saman við øðrum burturkasti. Gipsið skal latast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, og tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum, skrivar IRF á heimasíðu síni.

Gipsið, sum kemur inn til IRF, verður tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at tað, sum nevnt omanfyri, er eitt náttúrutilfeingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder