Innanlands

IRF: Burturbeining av leivdum frá fletting

Tað er týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar frá fletting verða burturbeindar á rættan hátt

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-09-28 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er um hesa tíð, at flettingin fer fram, og í hesum sambandi hevur IRF lagt eina vegleiðing út um, hvussu ein burturbeinir leivdirnar á rættan hátt.

Tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum, og tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt, skrivar IRF.

– Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

Soleiðis verjir tú umhvørvið:

  • Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder