Uttanlands

Iran lopið á amerikonsk mál í fleiri londum

Boðað verður frá álopum í Jordan, Barein, Kuvait og Oman

Seinastu vikuna hava USA og Iran boðað frá fleiri álopum (Mynd: U.S. Central Command/Reuters/Ritzau Scanpix)

Seinastu vikuna hava USA og Iran boðað frá fleiri álopum (Mynd: U.S. Central Command/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-13 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur í morgun frá álopum á amerikonsk mál, m.a. amerikanskar herstøðir, í Jordan, Barein, Kuvait og Oman sum aftursvar fyri amerikonsk álop í gjárkvøldið og í nátt.

– Hevndarálopini halda fram, skrivar iranska kollveltingarverjan sambært Ritzau.

Les eisini: USA aftur lopið á Iran í nátt

Eisini boðar Iran frá einum átaki, sum hevði til endamáls at steðga tveimum skipum í Hormuzsundinum sunnukvøldið. Skipini fylgdu ikki iranskar reglur um sigling í økinum, verður sagt.

Tað eru iransk álop á skipaferðslu í sundinum, sum amerikanarar hava brúkt sum grundgeving fyri álop teirra á Iran seinastu vikuna.

Kríggið millum USA og Iran byrjaði 28. februar, tá USA og Ísrael framdu álop á Iran við tí grundgeving, at mann ynskti at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn.

Miðskeiðis í juni skrivaðu USA og Iran undir eina rammuavtalu, sum skuldi slóða fyri varandi friði, men síðan hetta hava bæði Iran og USA boðað frá brotum á vápnahvíldina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump segði í vikuni, at hann ikki longur helt avtaluna frá juni vera galdandi.

Iranska uttanríkismálaráðið skrivar, at avtalan millum USA og Iran er í einari "kreppustøðu", eftir at partarnir aftur eru farnir at leypa á hvønnannan.

Iranska uttanríkismálaráðið sigur, at Iran ikki fer at halda sín part av avtaluni, so leingi sum USA ikki ger tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder