Uttanlands

USA aftur lopið á Iran í nátt

Iranskir miðlar boða frá, at í minsta lagi ein persónur hevur latið lív, og at fýra eru særd

Farmaskip í Hormuzsundinum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Farmaskip í Hormuzsundinum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-13 07:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hevur amerikanski herurin enn einaferð lopið á Iran.

Grundgevingin er framvegis, at endamálið er at gera Iran veikari og minka um førleikarnar hjá landinum at leypa á handilsskip í Hormuzsundinum.

Iranskir statsmiðlar hava boðað frá spreingingum fleiri staðni í landinum, m.a. í strandabýunum Bandar Abbas, Sirik, Jask, og á oynni Qeshm, sum liggja við Hormuzsundið, skrivar Ritzau.

Í minsta lagi ein persónur hevur latið lív í álopunum, og fýra eru særd. Um talan er um sivilfólk er ógreitt.

Amerikanski herurin sigur seg hava rakt m.a. loftverjuskipanir, radarar, og smærri bátar

Hetta er fjórðu ferð hesa seinastu vikuna, at USA hevur lopið á Iran. Hini trý álopini vórðu framd náttina til mikudagin, hósdagin og sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder