Innanlands

Inn at sita í 21 mánaðir

Ein maður, sum var ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur, er í Føroya rætti fríkendur fyri ta ákæruna, tó er hann dømdur fyri onnur lógarbrot

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-13 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður, sum var ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur, er fríkendur fyri ta ákæruna. Tó hevur Føroya rættur dømt mannin 21 manaðar treytaleyst fongsul fyri onnur lógarbrot, sum hann var ákærdur fyri, skrivar Kringvarpið.

Maðurin varð tikin fyri at smugla hash í fjør, tá hann kom til Havnar við Norrønu.

Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella í minsta lagi fimm og eitt hálvt ára fongsul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder