Innanlands

Ingrid Hansen fer úr starvi

Á samkomu í gjár takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, Ingrid Hansen fyri sera gott samstarv, trúgva og samvitskufulla tænastu í starvinum í Barnagarðinum á Svangaskarði

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-09-29 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsmorgunin var hugnalig samkoma í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Ingrid Hansen, námsfrøðingur, fer úr starvi.

Ingrid Hansen starvaðist sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði frá 1. januar 2002 til 15. apríl 2008. Frá 15. august 2011 til nú, hevur Ingrid starvast sum námsfrøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Ingrid Hansen fyri sera gott samstarv, trúgva og samvitskufulla tænastu í starvinum. Borgarstjórin handaði henni blómur, ynskti henni framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder