Innanlands

Ingilín Didriksen Strøm hevur flaggdagsrøðuna í Vestmanna

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina sunnudagin 25. apríl klokkan 15.00

2021-04-22 16:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Vestmanna flaggdagin 25. apríl klokkan 15.00.

Tað verður Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, ið fer at halda flaggdagsrøðuna.

Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni.
Eisini er søluframsýning av glaslist. 

Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder