Mentan

Ingemars á Dansibandsfestivalin 2020

Norski bólkurin Ingemars kemur til Vágs í mai at framføra á Dansibandsfestivalinum

2019-11-30 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er greitt, at eitt av allarkendastu dansibandsorkestrunum í Norðurlondum, norsku Ingemars, koma á Dansibandsfestivalinum í Vági 2020.

Ingemars hevur síðani á vári 1986 ferðast kring allan heim við sínum einastandandi dansibandstónum, og komandi ár í mai gongur leiðin so til Vágs, har Ingemars fer at spæla til dans á Dansibandsfestivalinum.

Ingemars eru mannaðir av:
Terje Ingemar Larsson, sangur og gittar
Steve Andersson, sangur og bass
Odd Arne Sørensen, harmonika og klaver
Geir Paulsberg, gittar
Håkon Aasheim, trummur
Karl-Arne Sjøhaug, steelgittar og gittar

Umframt Ingemars, so fara eisini norsku Contrazt at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági, og verða hetta høvuðsnøvnini á ársins festivali.

Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu á billett.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder