Innanlands

Indiánaættarbólkur funnin í regnskóginum í Brasilia

Eingin kendi til ættarbólkin

Húsið ættarbólkurin býr í (Mynd: Adam Mol / Ritzau Scanpix)

Húsið ættarbólkurin býr í (Mynd: Adam Mol / Ritzau Scanpix)

2018-08-24 17:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein higartil ókendur indiánaættarbólkur í regnskóginum í Brasilia er nú uppdagaður. Ein drona megnaði í fjør at taka myndir av indiánaættarbólkinum langt inni í regnskóginum.

Tað er FUNAI, sum er felagsskapur hjá brasilsku stjórnini fyri upprunafólk, sum fann indiánaættarbólkin. Enn hevur indiánaættarbólkurin einki navn.

Sjónbandið, sum dronan tók, er tikin tætt við Javaryánna, sum er ein minni á sum rennur úr Amasonánni.

Ættarbólkurin býr á einum stað sum er sera torført at koma framat, og hevur sambært brasilsku stjórnini neyvan havt samband við onnur fólk, skrivar TV2.

Indiánarnir búgva í einum stóru húsi, og FUNAI hevur eisini funnið øksir, barkhylstur og tvær kanoir hjá ættarbólkinum.

Indiánarnir búgva so langt inni í regnskóginum, at tann sendibólkur, sum er farin at kanna tey nærri, mátti ferðast 180 kilometrar við báti, bili og motorsúkklu, og síðani ganga 120 kilometrar gjøgnum regnskógin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder