Innanlands

Ímóti koronupassi: Fleiri enn 1.000 skrivað undir

Koronupassið ger mun á fólki og skerjir frælsið óneyðugt, halda tey millum annað, sum hava skrivað undir

(Skíggjamynd: Korona.fo)

(Skíggjamynd: Korona.fo)

2021-11-17 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani sunnukvøldið hevur Jón Tyril í Norðragøtu savna inn undirskriftir inn á heimasíðuni skrivunder.net við yvirskriftini “Nei til koronupass” í Føroyum, og í gjárkvøldið fór talið upp um 1.000 undirskriftir.

Nøkur av teimum leggja alment navn til, og onnur gera ikki.

Sambært fyriskiparanum av innsavningini, er eitt koronupass at gera mun á fólki, tað skerjir frælsið óneyðugt, skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar.

Tey sum seta sína undirskrift á skjalið, eru við til at heita á myndugleikarnar um at seta koronupassið úr gildi sum skjótast.

- Um so er, at smittustøðan í landinum ger tað neyðugt prógva, at tú ikki ert sjúkur og ber smittu við tær, so eiga øll,sum kunnu bera smittu, at prógva hetta, ikki bara ein lítil minniluti. Hetta nýtist okkum ikki nakað koronupass til, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder