Ilskast inn á Kringvarpið: Hvar er X Factor?

Fleiri hyggjarar ilskast í kvøld inn á Kringvarpið. Sambært skránni skuldi X Factor verða víst aftaná Gekkin, men ístaðin varð ein amerikanskur filmur vístur

Ein mynd sum brúkari sendi á Facebookbólkin

Ein mynd sum brúkari sendi á Facebookbólkin "Kringvarp Føroya" í kvøld

2021-02-26 22:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vegna tekniskar trupulleikar er X Fator tikið av skránni í kvøld. Vinarliga haldið okkum til góðar, vóru boðini til hyggjarnar av Kringvarpi Føroya í kvøld.

Sambært skránni skuldi danska X Factor, sum í kvøld á fyrsta sinni í hesum umfarinum sendi beinleiðis, verða sent aftaná Gekkin. Men tá Gekkurin var liðugur og 550.000 krónur vórðu sendar til Hvalbiar, var amerikanski spenningsfilmurin frá 2012, 21 Jump Street settur á.

Hetta hevur fingið hyggjarar at ilskast á Kringvarp Føroya-bólkinum á Facebook.

- Hvat sker? Havi sitið her og bíðað, sigur ein brúkari, sum kundi hugsað sær at sæð X Factor í kvøld.

- Øh hvar bleiv X Factor av. Filmurin sum skuldi koma aftaná X Factor er nú, sigur ein, og ein annar brúkari tekur undir við hesum. “Einki skil”.

Onkur annar fegnast og sigur “Himmalskt einki X Factor”.

Men tekniskir trupulleikar vóru altso hjá Kringvarpinum í køvld, og vónandi verður betri næsta fríggjakvøld. X Factor kann síggjast um ein hevur brúkara og hald á TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder