Í síðstu grein greiddu vit frá møguleikunum hjá føroyingum at gera íløgur í børsnoteraði partabrøv sum eitt alternativ til eitt nú at seta peningin á innlánskonto í bankanum.
Í hesi greinini fara vit at greiða eitt sindur nærri frá, hvat ein partabrævakeypsskáli (partabrævabørsur) er og hvat eitt børsnoterað partabræv og børsnoterað felag er.
Hvat er ein partabrævakeypsskáli?
Ein partabrævakeypsskáli er ein skipaður marknaður, har keypast ella seljast kunnu børsnoteraði partabrøv og onnur børsnoteraði virðisbrøv. Av partabrævakeypsskálunum kunnu t.d. nevnast: Københavns Fondsbørs (NASDAQ Copenhagen), Euronext Oslo Børs, Stockholm børsen, New York Stock Exchange (NYSE), osv.
Tað eru strangar lógir og reglur galdandi fyri bæði partabrævakeypsskálar umframt tey feløg, sum velja at lata síni partabrøv børsnoterað. Hetta fyrst og fremst fyri at verja teir partaeigarar, sum velja at keypa børsnoteraði partabræv á einum partabræva keypsskála. Álit hevur alt at siga.
Prísir á børsnoteraðum partabrøvum verða leypandi ígjøgnum dagin ásettir út frá útboði og eftirspurningi hjá tí einstaka børsnoteraða partabrævinum. Hetta merkir, at um eftirspurningur økist, so eru fleiri sum vilja keypa, og tí hækkar partabrævakursurin og hinvegin um eftirspurningurin minkar, so eru tað fleiri sum vilja selja, og so lækkar partabrævakursurin.
Hvat er eitt eitt børnoterað felag?
Um eitt felag velur at lata seg skráseta á einum ella fleiri partabræva keypsskálum, er hereftir talan um eitt børsnoterað partabræv og eitt børsnoterað felag, har partabrøvini eru til sølu á einum almennum góðkendum partabrævakeypsskála.
Ein børsnotering av einum felagi er eitt umfatandi og stórt arbeiði, har t.d. eitt partabrævaprospekt verður skrivað, sum lýsir felagið og váðar á allan neyðugan hátt, sum strong lógarkrøv áseta, áðrenn ein børsnotering kann fara fram.
Tá eitt felag letur síni partabrøv børsskráseta, kunnu verandi partaeigarar bjóða partar av sínum partabrøvunum í felagnum ella møguliga øll síni partabrøv til sølu á keypsskálanum.
Ein annar møguleiki er fremja ein øking av partabrøvunum í felagnum, eisini kallað ein partabræva emissión. Hetta merkir at felagið útskrivar nýggj partabrøv, sum verða seld á marknaðinum. Fyrimunurin er, at felagið á hendan t.d. hátt kann fáa tilførdan kapital til felagið umvegis sølu av nýggjum børsnoteraðum partabrøvum.
Hvørjir eru fyrimunirnir við eini børsnotering?
Vanliga verður sagt at fyrimunirnir við eini børsnotering kunnu verða hesir:
Fíggjarligir fyrimunir:
Felagið fær betur atgongd til kapital til vøkstur, lægri kapitalútreiðslur, betraða kredittmeting osv.
Umdømið og sjónligheit:
Felagið kann við eini børsnotering økja um sítt trúvirði og fáa eitt ”góðskustempul” við tað at krøv til fíggjarligar rapporteringar og fráboðanir til marknaðin økjast munandi samb. strangum rapporteringskrøvum.
Felag og leiðsla verður hildin upp í móti forvæntninginum hjá marknaðinum, um hvussu felagið klárar seg í mun til ætlanir hjá felagnum og metingar hjá marknaðinum.
Vanliga fylgja partabrævagreinarar væl við teimum børsnoteraðum feløgunum og geva sínar metingar hvørs viðmælt verður at keypa partabrøv, halda partabrøv ella at selja partabrævið. Hesar upplýsingar viðmæla vit íleggjarum altíð at lesa.
Partaeigara fyrimunir:
Øll kunnu við eini børsnotering keypa sín ognarlut í felagnum og kunnu eitt nú fáa vinningsbýti um partabrævið letur vinningsbýti.
Partabrøvini kunnu vanliga altíð seljast ella keypast á partabrævakeypsskálanum.
Hvussu kunnu føroyingar so keypa ella selja børsnoteraði partabrøv?
Tað eru í verululeikanum tveir møguleikar at koma í gongd við at gera íløgur í børsnoteraði partabrøv.
Fá hálp frá tínum peningastovni ella pensiónsfelag:
Tann mest vanligi mátin er, at tín banki stovnar eina depotkonto, og skrásetir teg at kunna handla, tvs. keypa- ella selja partabrøv.
Ein frí depot konto merkir, at tú kanst handla børsnoteraði partabrøv við tínum egna tøka peningi sum stendur á konto í tínum banka.
Ein pensióndepotkonto merkir, at tú kanst handla børsnoteraði partabrøv við tíni eftirlønarkonto, tó við nøkrum minimumsreglum um spjæðing av partabrøvum fyri at minka um váðan.
Aðrir møguleikar uttanlanda:
Møguleiki er eisini hjá føroyingum at handla partabrøv ígjøgnum góðkendar útlendskar íløguportalar, har tú stovnar depot og flytur pening á konto.
Skattaviðurskifti
Vinningur ella tap av børsnoteraðum partabrøvum skal uppgevast á Kapitalvinningsuppgerðinini á Sjálvuppgávini hja TAKS. Kapitalvinningurin er 35 prosent av vinninginum.
Vinningur ella tap av børsnoteraðum partabrøvum av eftirlønardepoti verður ikki skattaður, fyrr enn persónur røkkur pensiónsaldur og tekur eftirlønina út.
Um man er í iva við skattavirðurskiftunum, viðmæla vit altíð at fáa upplýsingar um hetta frá TAKS.
Hvør er váðin við at gera íløgur í børsnoteraði partabrøv?
Íløgur í partabrøv hava væl hægri váða við sær enn t.d. íløgur í statsgaranterað virðisbræv ella at hava peningin á konto í peningastovni við innskjótaragaranti.
Hinvegin hevur søguliga avkastið í børsnoteraðum partabrøvum víst seg at vera munandi hægri enn íløgur í virðisbrøv á hárentukontu í peningastovnum. Avkast og váði hanga tí óloysiliga saman.
Vit viðmæla tí altíð at vísa varsemi og at biðja um ráðgeving frá peningastovni ella pesiónsfelagið, um tú ynskir at gerða íløgur í partabrøv.
Váðin við at gerða íløgu í børsnoteraði partabrøv kann serliga býtast í tvey sløg av váðum:
Systematiskur váði
Hetta er marknaðarváðin sum allur partabræva marknaðurin hevur til felags. Dømi er t.d. fíggjarkreppur, búskaparkreppur, politisk órógv, kríggj osv. Tvs. tað er ein beinleiðis samanhangur millum hvussu heimsstøðan er og hvussu partabrævið háttar sær. Tað ber ikki til at spjæða hendan váðan burtur.
Ósystematiskur váði
Hetta er váðin, sum hoyrir til hvørt einstakt felag, vinnugrein og einstøk lond. Tí ber væl til við at gerða íløgur í fleiri feløg, í fleiri vinnugreinar og fleiri lond, fyri at spjaða íløguna og harvið minka um hendan váðan.
Meginreglan hjá okkum er tískil altíð at gera íløgur í meira enn 10 børsnoteraði partabrøv, sum skulu vera í fleiri ymiskum vinnugreinum og helst eisini í fleiri londum. Hetta minkar um váðan fyri stór tap uppá nøkur fá partabrøv, tá øll partabrøvini vanliga ikki samstundis hava somu gongd. Tí stabiliserar ein íløga í meira enn 10 børsnoteraði partabrøv samlaða avkastið við antin minni samlaðum tapi, tá gongdin er neilig hjá nøkrum partabrøvum, ella ein lægri samlaðum vinningi, tá marknaður er góður og nøkur partabrøv hava stóran vinning
Í næstu greinini fara vit at greiða nærri frá hvussu gongdin hevur verið í 2025 og síðstu árini á nøkrum partabrøvakeypsskálum, í Danmark, Norra, Svøríki, Týsklandi og í USA.
Síðani fara vit eisini at greiða frá, hvat vit skulu hyggja eftir hjá teimum feløgum, sum vit velja út til eina ”partabrævaportefølju” ella partabrævasamanseting upp á 10 ella fleiri børsnoteraði partabrøv til 2026. Her greiða vit eisini stutt frá um nøkur lyklatøl sum vanliga vera mest brúkt, fyri at gera av, um eitt partabræv er skilagott at keypa ella ikki.
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vilja vísa á í komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskiftið ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald