
Frá í dag er ikki longur krav at brúka munnbind á almennum støðum í Hong Kong.
Í 959 dagar hevur tað verið krav at brúka munnbind í almennu samferðsluni, í viðarlundum, matstovum og á øðrum almennum støðum, men nú verður farið aftur til ein vanligan gerandisdag, sigur politiski leiðarin í Hong Kong, John Lee.
Hong Kong er ein av teimum síðstu stórbýunum, sum strikar kravið um munnbind.
Áðrenn kravið varð avtikið, kundi mann enda við einari bót á yvir 1.000 dollarar (yvir 7.000 í okkara krónum), um mann ikki var í munnbindi á ávísum støðum.
Vónin er, at Hong Kong við at avtaka kravið um munnbind, kann lokka fleiri útlendsk ferðafólk og vinnulívsfólk til býin, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald