Innanlands

Ikki koyrandi um Velbastaðsháls

Fleiri bilar standa fastir har í løtuni. Tað er heldur ikki koyrandi til Skælings, og ring koyrlíkindini eru ymsastaðni kring landið - tað er er hált í støðum um alt landið og eisini nógv jarðrok, skrivar Landsverk

(Vevmynd: Velbastaðhálsur)

(Vevmynd: Velbastaðhálsur)

2023-03-14 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ring koyrilíkindi í fleiri pørtum av landinum í løtuni, har hálka, jarðrok, vindur og nógvur kavi órógva.

Landsverk fylgir allatíðina støðuni, og staðfestir ovast á heimasíðu sínari at tað er hált í støðum um alt landið, og at nógv jarðrok eisini er kring alt landið.

Tað er ikki koyrandi til Skælings í løtuni, og tað er heldur ikki koyrandi um Velbastaðháls, upplýsir Landsverk. Sum skilst stóðu fleiri bilar fastir á Velbastaðhálsi fyri løtu síðani og eisini ein bussur. Arbeitt verður við at fáa teir leysar.

Sambært Landsverk eru eisini ring koyrilíkindi á Saksunarvegnum, Oyndarfjarðavegnum, Tjørnuvíkarvegnum og í Sundalagnum- her er yvirlit yvir koyrlíkindini.

Vestmannavegurin varð stongur umleið klokkan 13.30. Nógvir bilar stóðu fastir við Høgareyn, og serliga var tað nógva jarðrokið, ið gjørdi um seg.
Nú skrivar Landsverk, at tað eru sera ring koyrilíkindi á Vestmannavegnum.

Les eisini: Vestmannavegurin er stongur í løtuni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder