Mentan

Ikki fyrstu ferð heimurin er raktur av korona

Russiska influensan, sum tók seg upp í Danmark í 1889 var eisini korona-virus, eru granskarar komnir fram til

Mynd úr filminum

Mynd úr filminum

2020-08-13 11:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá sars-virusið rakti Kina í 2003 hildu granskarar, at sjúkan fór at spjaða seg til allan heimin. Men so varð ikki. Hetta virusið, sum er eitt undirslag av korona, tók aldri dik á seg uttan fyri Kina.

Sama var støðan við mers, sum tók seg upp í Saudiarabia í 2012. Hetta virus fekk fekk heldur ongantíð fastatøkur, og rakti bert nøkur fá lond í arabiska heiminum og Evropa.

Tá so covid-19 sjúkan í ár fór at herja um allan heim, hildu granskarar, at hetta var fyrstu ferð heimurin varð raktur av eini heimsumfatandi korona umfarssótt.

Men so er ikki sambært sjónvarpssendingini “Mysterierne om Danmarks dræbersygdomme", sum varð send á donsku rásini DR2 í gjárkvøldið. Her kundu donsku granskararnir, Lone Simonsen og Anders Gofm Pedersen avdúka, at heimurin fyrr hevur verið raktur av eini korona-pandemi.

Í 1889 gekk ein ring krímsjúka í nógvum londum, sum tilsamans tók lívið av einari millión fólkum.

Donsku granskararnir hava nú kannað bæði søguligu dáturnar og fleiri onnur krímvirus, ið eisini eru korona, og funnið fram til, at tað var koronavirus og ikki ”vanlig influensa”, sum tá rakti fleiri av heimsins londum.

Í desember 1889 kom eitt skip frá Sankta Pætursborg í Russlandi til Keypmannahavnar. Við í lastini hevði skipið ein ferðasník, eitt virus, sum seinni spjaddi seg um alt landið.

Stutt eftir at skipið varð komið í havn, varð ein russiskur skipsførari innlagdur á sjúkrahús í Keypmannahavn við sjúkuni, og longu tveir dagar seinni varð boðað frá, at seks hermenn á eini kasernu í danska høvuðsstaðnum vóru sjúkir.

Smittan breiddi seg skjótt til aðrar hermannabúðir í býnum. Eisini læknar og sjúkrarøktarfrøðingar gjørdist sjúk, og 14. desember kundi býarlæknin fyri Keypmannahavn boða frá 3.500 sjúkum.

Við jarnbreytini spjaddist sjúkan síðan runt alt Danmark. Tað tók tvey ár áðrenn smittan hasaði av, og tað verður mett, at um 75 prosent av øllum fólkunum í Danmark vóru rakt av smittuni, framgongur í sendingini.

Ta ferðina kallaðu læknarnir sjúkuna fyri russisku influensuna, men nú bendir okkurt á, at hetta heitið ikki er tað rætta.

Sí fyrsta part av sendirøðini ”Mysterierne om Danmarks dræbersygdomme” her 

 

placeholder
placeholder