Innanlands

Marius Jacobsen deknur í 50 ár

Kirkjan var næstan líka full sum jólaaftan

(Mynd: Trúboðin)

(Mynd: Trúboðin)

2026-05-25 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvítusunnudag var eitt hátíðarhald í sambandi við, at Marius Jacobsen hevur verið deknur í Leirvíkar kirkju í 50 ár.

Gerhard Jónsson Mikkelsen prestur segði nøkur góð orð í kirkjuni um dekna tænastuna hjá Mariusi, sum hann so trúfast hevur røkt øll hesi árini.

Í kirkjuni fekk Marius eina heilsan frá kirkjuráðnum, har tey takkaðu fyri hansara trúfesti í 50 ár. Hann fekk eina gávu handaða, ið var heldur serstøk. Talan var um ein vakran grindaknív.

- At kirkjan var næstan líka full sum á jólaaftan, kom ikki óvart á meg. Tað eru mong í Leirvík, ið hava notið gott av trúfestinum hjá Mariusi øll hesi árini. Tað er bæði til vanligar gudstænastur, høgtíðir, vígslur, jarðarferðir og annað. Tað eru mong í bygdini, ið eru takksom fyri tað, ið Marius hevur verið fyri tey, m.a. tá ið tungar løtur hava verið og deyðin hevur vitjað, skrivar Suni Justinussen á heimasíðuni hjá Trúboðanum.

Eftir kirkjugongdina bjóðaði kirkjuráðið øllum til døgurða í bygdarhúsinum, har talur vórðu hildnar, og ein sangur, yrktur av Árna Jacobsen, varð sungin í samband við hátíðarhaldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder